Ukraina hevur í gjárkvøldið og í nátt framt umfatandi álop móti Russlandi og Krim hálvoynni.
Borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, skrivar í morgun á Telegram, at 800 dronur hava havt kós móti russiska høvuðsstaðnum frá seinnapartinum í gjár til í morgun.
- Flestu teirra vórðu gjørdar til einkis av okkara loftverju við markið. 321 dronur vórðu ‚nevtraliseraðar, tá tær nærkaðust Moskva, skrivar Sobjanin á Telegram.
Onki verður sagt um skaðar eru hendir í Moskva.
Í gjárkvøldið skrivaði guvernørurin á russisk hersettu Krim hálvoynni, Sergej Aksjonov, á Telegram, at ‘fíggindin’ – t.e. Ukreina – hevði rakt brúnna yvir Kertj-sundið, ið bindir Russland og Krim hálvoynna saman. Tí varð stongt fyri ferðslu um brúnna.
Ukraina rakti eisini brúnna eitt samdøgur frammanundan, og tá segði guvernørurin, at skaðarnir ikki vóru so stórur, og at ferðslan ikki var tarnað, skrivar Ritzau.
Enn eru skaðarnir á brúnna eftir nýggjasta álopið ókendir.
Á sosialu miðlunum síggjast tó myndir av brúnni, sum vísa, at partar av brúnni, har bilar koyra eru rapaðir á sjógv, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald