Teldutøknin ávirkar skúlan

Kanningar í grannalondunum vísa, at í skúlatíðini verða fartelefonirnar hjá næmingum mest brúktar á sosialu miðlunum, vísir Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, áskrivar.22.07.2025

2025-07-22 21:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlablaðið: Tøkniliga menningin hevur seinastu mongu árini verið í fullari ferð. Eisini í skúlahøpi hevur hendan framgongdin havt ávirkan. Tó eru vit, sum starvast í skúlunum, oftast eftirbátur, tá nýggj tøkni tekur seg fram. Hóast fartelefonin hevur verið hvørs mans ogn seinastu mongu árini, hava vit framvegis ikki funnið fram til rætta rúmið hjá fartelefonini í skúlahøpi.

Kanningar í grannalondunum vísa, at í skúlatíðini verða fartelefonirnar hjá næmingum mest brúktar á sosialu miðlunum, men kanningarnar vísa eisini eina øking í fartelefonnýtslu í sambandi við skúlaviðurskifti í frítíðini. Soleiðis kunnu vit møguliga siga, at skúlatíð og frítíð gerast flótandi. Eisini á arbeiðsmarknaðinum síggja vit, at skilnaðurin ímillum arbeiðstíð og frítíð hevur hug at renna saman.

Seinasta ørkymlanin innan skúlaviðurskifti og teldutøkni er AI ella chatGPT. Sjálvandi hevur hendan tøkniliga framgongdin ávirkan á skúlan. Vit hava ikki møguleika at vita, hvørs avrik tað er, vit meta um. Er tað vitlíki ella næmingurin, sum hevur framleitt avrikið?

Fyri at brúka vitlíki skilagott krevst holl undanvitan fyri at tryggja, at tað, sum kemur fram, er eftirfarandi. Fakfólk kunnu tí hava gagn av vitlíki, tá tey arbeiða við ymiskum, tí tey hava ta vitanina innan økið, ið krevst, fyri at meta um svarið, sum chatGPT kemur við. Hevur brúkarin ikki holla undanvitan, so er vandi fyri, at teldugjørda svarið verður móttikið við góðvarni, og tí kann næmingurin fáa skeiva fatan av tí, hann arbeiðir við.

Hetta broytir undirvísingina í skúlanum soleiðis, at næmingarnir mugu vera enn meiri tilvitaðir um tað, teir vita og duga. Teir mugu gerast greiðir yvir, hvørjar fortreytir teir sjálvir hava, fyri at døma um úrslitið, ið vitlíkið kemur fram til.

Ein avbjóðing hjá skúlunum er, at lærarin helst skal vera dugnaligur á sínum øki. Eisini tá tað snýr seg um tøkni. Av tí at tøknin hevur áhaldandi stóra framgongd, krevst útbúgving til lærarar. Tað er høpisleyst hjá lærarum at undirvísa við tøkniligum hjálpiamboðum, um lærarin ikki er betur skikkaður at brúka tøkniligu amboðini enn næmingurin. Tí eiga vit at hava góðar umstøður at menna tøkniliga vitanina og førleikarnar hjá lærarunum í øllum landinum. Tað vísir seg ikki at vera nøktandi at fáa eina gjøgnumgongd av møguleikunum, tá vit fáa einhvørja nýggja telduskipan, ið vit skulu arbeiða við. KT-vørðirnir í skúlunum hava í mong ár roynt sítt besta við at menna førleikarnar hjá starvsfeløgunum á KT-økinum. Arbeiðstíðin hjá teimum er skerd munandi, nú Skúlanet tekur sær av mestsum øllum tí tøkniliga á skúlunum. Tað hevði verið stórur fyrimunur fyri alla skúlaskipanina, um KT-vørðirnir fingu tíð at styrkja starvsfelagar innan tøkni, soleiðis at allir lærarar høvdu møguleika at vera væl skikkaðir á KT-økinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder