Innanlands

Nú flýgur bert Atlantsflog til Føroya

Nú í vetur flúgva SAS, Icelandair og Widerøe ikki til Føroya

Atlantic Airways er einsamalt um regluliga flúgving til Føroya í vetur (Savnsmynd)

Atlantic Airways er einsamalt um regluliga flúgving til Føroya í vetur (Savnsmynd)

2025-10-27 14:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Atlantic Airways er nú aftur einasta flogfelagið við regluligari ferðafólkaflúgving til Føroya, og so verður allan veturin.

Tey útlendsku flogfeløgini, sum hava flogið til Føroya seinastu mánaðirnar, Skandinaviska SAS, íslendska Icelandair og norska Widerøe flúgva nevniliga ikki til Føroya í vetrarmánðunum, skrivar Kringvarpið.

Føroyaflúgvingin hjá hesum trimum flogfeløgunum verður tikin uppaftur komandi ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder