226 valevni stilla upp á kirkjuráðsvalinum, sum verður 4. november. Talan er um 115 kvinnur og 111 menn.
Av teimum tilsamans 41.478 limunum í fólkakirkjuni, hava 32.384 - ella 78,1 prosent - valrætt, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni.
Til ber hjá teimum, ið eru burturstødd á valdegnum, ella bert við stórum tvørleika kunnu møta á valstaðnum til ásettu tíðina, at atkvøða við brævi.
Veljari, sum er í landinum, kann í fyrsta lagi atkvøða við brævi eina viku undan valdegnum á einum fólkayvirliti, eisini í heimstaðarkommununi, har veljarin stendur á vallista. Sjófólk og onnur, sum ikki eru heima valdagin, kunnu atkvøða við brævi fimm vikur undan valdegnum.
Yvirlit yvir valevnini sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald