Kanska vóru tað fleiri, sum varnaðust, at himmalin norðanfyri lýsti upp eina lítla løtu í gjárkvøldið.
Umleið klokkan 22.11 sást eitt týðuligt stjørnuskot fara eftir himmalhválinum, sum endaði í eini ljósglæmu.
Hetta kann hava verið ein torusteinur, sum er fallin til jarðar ella er kolaður upp í atmosferuni, men tað kann eisini vera talan um rúmdarburturkast, kanska leivdir frá einum fylgisveini, ið er kolað upp onkrastaðni yvir Føroyum.
Terji S. Johansen fekk hendingina tikna upp á film, nærmast av tilvild. Myndatól hansara vendi næstan í ein beinan norðan í gjárkvøldið, og hann roknar við, at henda óvanliga hendingin á himmalhválvinum er hend á leiðini frá Argjum, móti Eystnesi og helst nakað norðari enn tað.
Vóru tað fleiri, ið løgdu merki til hetta og kanska fingu myndir av tí? Skrivað viðmerking herundir, ella send til [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald