Innanlands

Lagt hald á tvey kilo av hassji seinastu dagarnar

Taks hevur seinastu vikuna havt fýra hassjmál. Trý fólk hava fingið straksdóm og eru farin í fongsul í 30 og 90 dagar

2023-01-13 18:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðstu vikuna hevur tolleftirlitið hjá TAKS havt fýra hassjmál og hevur lagt hald á yvir tvey kilo av hassji.

Á flogvøllinum vórðu tvey fólk tikin, annað í gjárkvøldið, hitt í fyrrakvøldið. Tey royndu at smugla í alt 1,6 kilo av hassji. Fólkini hava fingið straksdóm og eru farin í fongsul í ávikavist 30 og 90 dagar.

Í farnu viku kom tolleftirlitið hjá TAKS fram á tveir postpakkar, sum innihildu eitt hálvt kilo av hassji, innpakkað sum gáva. Hesi mál eru til kanningar hjá løgregluni.

Nógv hassj verður smuglað til Føroya. Í fjør varð hald lagt á 46,5 kilo, tað mesta nakrantíð.

Taks heitir á fólk við vitan ella mistanka um smugling av rúsevnum um at boða tolleftirlitinum frá. Tað verður gjørt á www.taks.fo/fraboda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder