Innanlands

Tætt millum stóru flokkarnar - burtursæð frá Javnaðarflokkinum

Sambært nýggjari Spyr.fo-kanning er Javnaðarflokkurin tryggjaður ein sess, men kapping er um hin sessin. Sambandsflokkurin stendur í løtuni til at fáa hann

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

2022-10-03 20:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fólkatingsval kann verða útskrivað í morgin, og í Degi og viku í kvøld varð nýggj veljarakanning frá Spyr.fo kunngjørd.

Hon vísti greitt, at Javnaðarflokkurin hevði fingið flest atkvøður og hevði fingið fyrst valda fólkatingsumboðið við 33,7 prosentum. Spyr.fo kanningin, sum Blaðið Vikuskifti lat gera fyri góðum mánaða síðani, gav Javnaðarflokkinum 31,5 prosent. Javnaðarflokkurin við Sjúrða Skaale á odda fekk til fólkatingsvalið í 2019 25,6 prosent av atkvøðunum.

Í kanningini sum varð kunngjørd í Degi og viku í kvøld fær Javnaðarflokkurin 33,7 prosent av atkvøðunum og vinnur trygt sessin aftur.

Tríggir kappast um hin sessin
Meira kapping er um hin sessin, sum sær út til at kunna fara til hvønn sum helst av hinum stóru flokkunum.

Sambandsflokkurin stendur í løtuni til at fáa sessin við 21,8 prosentum at atkvøðunum. Í hølunum á teimum eru Fólkaflokkurin og Tjóðveldi við ávikavist 19,5 prosentum og 18,1 prosentum av atkvøðunum.

Í mun til Spyr.fo-kanningina fyri góðum mánað síðani er tað Fólkaflokkurin sum hevur tikið seg mest fram, og er farin úr 16,5 prosentum og upp á 19,5 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder