Innanlands

Tað mesta verður helst býtt í drápspartar

Grindin, ið legði beinini í Leynum seinnapartin, verður merkt í Kvívík

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-16 17:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grindin, sum legði beinini í Leynum seinnapartin, verður merkt í Kvívík.

Talan var um 38 hval, og verður tað mesta helst býtt í drápspartar, sigur sýslumaður við Útvarpið.

Grindin varð sædd tíðliga seinnapartin, og drápið varð yvirstaðið nakað eftir klokkan 14. Nógv fólk vóru á sandinum, og fleiri bátar vóru eisini við í rakstrinum. Grindin varð fyrst mett at vera um 50 hval.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder