Uttanlands

Sveis: Fólkaatkvøða um pensjónsaldur hjá kvinnum

Í dag er fólkaatkvøða í Sveis, har veljarar m.a. skulu taka støðu til, um pensjónsaldurin hjá kvinnum skal verða 65 ár, eins og hann er hjá monnum

Borgari á fólkaatkvøðu í Bern (Mynd: EPA)

Borgari á fólkaatkvøðu í Bern (Mynd: EPA)

2022-09-25 14:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á fólkaatkvøði í Sveis í dag skulu veljarar m.a. taka støðu til, um pensjónsaldurin hjá kvinnum skal javnsetast við pensjónsaldrinum hjá monnum.

Sum nú er, er pensjónsaldurin hjá monnum 65 ár, meðan hann hjá kvinnum er 64 ár.

Í 2004 og 2017 varð ein roynd gjørd at hækka pensjónsaldurin hjá kvinnum, men hesum tók meirilutin ikki undir við. Veljarakanningar vísa tó nú, at støðan kann gerast ein onnur í dag, skriva fleiri miðlar, m.a. DR.

Tey, sum eru ímóti uppskotinum halda tað tó vera órættvíst at pensjónsaldurin hjá monnum og kvinnum skal verða tann sami, tá kvinnur í Sveis fáa lægri løn enn menn og harvið eisini minni í pensjón. Tí er tað órættvíst at hækka pensjónsaldurin hjá kvinnum, áðrenn hinir trupulleikarnir eru loystir, halda tey.

Tøl hjá búskaparmálaráðnum í Sveis vísa, at pensjónin hjá kvinnum í miðal var 35 prosent lægri enn tann hjá monnunum í 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder