Mentan

Svein í Prestgarði gevur út sang hjá Johnny Cash

Meta á Fløtum hevur føroyskað sangin "Eg kom tá til trúgv"

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-11-24 07:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár varð nýggjur sangur við Sveini í Prestgarði lagdur út á nettænastuna YouTube.

“Eg kom tá til trúgv” eitur sangurin, sum er ein sangur hjá Johnny Cash, “I Came to Believe”, sum fyrstu ferð var at hoyra á útgávuni “American Recordings V: Hundred Highways”, ið kom út 2006, trý ár eftir, at Cash var farin foldum frá.

Sveinur skrivar soleiðis um sangin:

“Ein vinur sigur, tú ert føroyingurin, ið eigur at syngja hendan sangin, og spældi sangin, “I came to belive”, fyri Sveini. Hesin sangur greip hjartað á honum, sum kendi seg aftur í innihaldinum, og fekk hann eitt ynski um,at fáa sangin umsettan til føroyskt og spældan inn.

Meta av Fløtum frætti hetta og týddi sangin, sum fekk heitið,, Eg kom tá til trúgv.”

Jákup Zachariassen hevur lagt upptøkuna til rættis. Tónleikarar eru Jósva Debes á trummum, Eyðun Johannesen á bass og Jákup Zachariassen øll onnur ljóðføri. Jón Svein Heinesen og Rakul Erlendsdóttir syngja kór.

Upptøkan fór fram í JakZac-Studio og Óli Poulssen hevur miksað og mastrað. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder