Fýra fólk eru higartil skuldsett fyri innbrotið í Á-handlinum við Landavegin í Havn mánanáttina, og talan er um fólk, sum eru væl kend av løgregluni, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Eingin av teimum hava tó játtað seg sek í innbrotinum.
Í gjár vildi løgreglan ikki siga so nógv um málið, men nú verður upplýst, at fimm handtøkur eru framdar í sambandi við málið, harav fýra fólk eru skuldsett fyri innbrotið. Øll eru leyslatin aftur.
Upplýst verður eisini, at umleið 160.000 krónur vórðu stolnar, men peningurin er ikki komin afturíaftur, sigur vaktleiðarin.
Kanningararbeiðið hjá løgregluni heldur fram, og upplýst verður, at umframt at hava tryggjað ymisk spor í handlinum, eru spor eisini tryggjað á einum bústaði í Havn, og tey skulu nú kannast nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald