2026-09-25 08:51
Herman R. Samuelsen hevði forfall til býráðsfundin í Klaksvíkar kommunu í gjárkvøldið, og í hansara stað tók dóttir Karl Johansen borgarstjóra, Annika Karlsdóttir Ljósstein, sætið sum eykavald.
Annika fekk 48 persónligar atkvøður á kommunuvalinum í 2024, og var hetta fyrstu ferð at Annika tók sæti í býráðnum.
Hetta er samstundis fyrstu ferð í søguni hjá Klaksvíkar býráði, at tvey ættarlið úr somu familju hava sæti í somu setu og á sama býráðsfundi, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald