Uttanlands

Miðil: Trump tekur ikki undir við iranskari ætlan

Talan var um eitt uppskot, sum kann lata Hormuzsundið uppaftur og fáa gongd aftur á samráðingarnar millum londini innan sjey dagar.

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Alex Wroblewski/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Alex Wroblewski/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-26 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump tekur ikki undir við uppskotinum, sum Iran hevur lagt fram umvegis Katar, sum kann fáa ein enda á stríðið millum londini.

Talan var um eitt uppskot, sum kann lata Hormuzsundið uppaftur og fáa gongd aftur á samráðingarnar innan sjey dagar.

Alt er nú fyrireikað, um amerikanarar veruliga ynskja eina semju, segði iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi við tíðindafólk í New York fríggjadagin.

Tekur USA undir við uppskotinum, kunnu partarnir fara undir víðari samráðingar um fleiri evni, sum teir semjast um, segði hann sambært Reuters.

Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian segði í sending hjá CBS, at iranar eru til reiðar at tosa um iransku kjarnorkuætlanina og onnur evni, men teir góðtaka ikki "happing og tvingsil", og eru teir til reiðar at verja seg móti "trýsti, hóttanum og álopum".

Sambært DR vil Iran m.a. hava USA at strika revsitiltøk móti iranskari olju og góðtaka eina vápnahvíld, sum eisini skal vera galdandi fyri Libanon.

Ónevnd embætisfólk siga við amerikanska blaðið The Wall Street Journal, at Trump ikki tekur undir við uppskotinum.

Keldurnar hjá miðlinum siga, at Trump ivast í, um iranar fara at ganga krøvum hansara á møti, og metir hann tað vera sannlíkt, at álopini á Iran verða tikin uppaftur eftir miðskeiðsvalið í USA 3. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder