Innanlands

Sunda kommuna: Nú fara Mentanardagar í gongd

Setanin verður á Torginum við skúlan við Streymin í kvøld klokkan 19. Á skránni verður millum annað handan av "Ársins herðaklapp". Mentanardagar fara fram til og við 18. september

2021-09-09 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Mentanardagar í Sunda kommunu er eitt afturvendandi tiltak, har dentur verður lagdur á virkisandan og mentanina, ið sprettur í økinum. Fyrr í summar bjóðaði kommunan øllum, sum høvdu hug og áræði, at skipa fyri tiltøkum, at koma við sínum ískoyti til skránna. Tað er tí borgarum og felagsskapum í kommununi at takka, at vit aftur í ár kunnu bjóða eina sera rúgvusmikla skrá við hópin av størri og smærri tiltøkum, í nærum øllum bygdunum í kommununi.

Soleiðis skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari um tiltakið, ið byrjar í dag og heldur fram til og við 18. september.

Setanin verður í kvøld klokkan sjey á Torginum við skúlan við Streymin. Sambært skránni vera røður, skemt og tónleikur á skránni og síðani handanin av Ársins Herðaklappi.

Skráin fyri allar dagarnar sæst her

Um skránna skrivar sunda.fo soleiðis: 

- Á skránni eru fleiri listaframsýningar, framløgur og fyrilestrar, barnatiltøk og familjuhugni, spákingartúrar og hagatúrur við frásøgufólki, tónleikur, hugnaløtur og mangt annað. Roynt hevur verið at miða breitt, so okkurt er til allar aldursbólkar og áhugamál. Øll tiltøkini eru ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder