Innanlands

Sunda kommuna bjóðar raksturin av kampingøkjunum við Gjógv út alment

Talan er um leigusáttmála galdandi frá 1. mai 2023 og trý ár fram við møguleika at leingja upp til tvey ár afturat har. Økið við Gjógv er áleið 3.500 fermetur

Sum økið hevur verið skipað, eru 4 teltpláss og pláss fyri 23 vognum. Tilboðini skulu vera inni í seinasta lagi 15. februar

Sum økið hevur verið skipað, eru 4 teltpláss og pláss fyri 23 vognum. Tilboðini skulu vera inni í seinasta lagi 15. februar

2023-01-20 15:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kampingøkið við Gjógv er áleið 3.500 fermetur. Á økinum stendur eitt felagshús á 40 fermetrar bygt í 2013. Í bygninginum eru vesirúm við brúsum, køkur, rottangarúm og eitt amboðs/tøknirúm. Bygningurin verður upphitaður við oljufýring. Økið er vælegnað til summarkamping og minni egnað til vetrarkamping. Sum økið hevur verið skipað, eru 4 teltpláss og pláss fyri 23 vognum.

Sáttmálaskeiðið byrjar 1. mai 2023. Sáttmálaskeiðið er 3 ár við møguleika at leingja upp til 2 ár, um báðir partar eru samdir um hetta.

Leigarin fær allar inntøkurnar og tekur sær av øllum rakstri av kampingøkinum, íroknað bílegging, inn- og útskriving, søla av el-kortum og møguligari aðrari sølu, vasking av hølunum og annars alt samskifti við brúkararnar. Leigarin rindar leigugjald og allar rakstrarútreiðslur íroknað el og olju. Undantikið er trygging av bygningum, sum kommunan rindar.

Meira kunning og tilfar fæst við at senda teldupost til [email protected]. Tilboðini skulu vera inni í seinasta lagi mánadagin 15.02.2023 klokkan 12.00. Sunda kommuna tilskilar sær rætt at velja frítt millum innkomnu tilboðini ella ikki at taka av nøkrum tilboðið.

Sunda kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder