Mentan

Summar Festivalur fyri børnini eisini

Kular Røtur við Jógvani Hansen og Bubu verða á skránni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-07-26 08:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað verða eisini tiltøk fyri børnini á Summar Festivalinum í Klaksvík 4 . til 6. august.

Umframt spæliøkið Silvaland, sum heldur til í KÍ-høllini og Badmintonhøllini, ið eru samanbygdar, verða eisini konsertir, serliga ætlað børnunum.

Summar Festivalurin byrjar hósdag klokkan 15 við lívligari skrúðgongu úr Klaksvíksgarðinum heim á festivaløkið. Tá eru børn og vaksin vælkomin at luttaka. 

Harafturat fara Bubu og Kular Røtur at hava konsertir á Torginum. 

Fríggjadag klokkan 17 spæla Kular Røtur. Eingin annar enn føroyska poppstjørnan í Íslandi, Jógvan Hansen, verður á odda fyri Kulum Rótum. Hann sang við á fyrstu útgávuni, og fer nú at royna seg aftur í bólkinum. Rakul Ró Steintórsdóttir fer eisini at syngja, og bólkur spælir undir. Kular Røtur framføra teir væl umtóktu barnasangirnar, sum stórt tal av børnum hava lurtað eftir og sungið við til gjøgnum árini, eitt nú »Hon er omma mín«, »Bilurin hjá okkum«, »Grønir menn frá Pluto« og »Tey kalla meg Babe«?

Leygardag klokkan 17 undirheldur klovnurin Bubu á Torginum. Bubu fer at undirhalda og syngja sangir fyri børnum. Bubu vitjar eisini í Silvalandi. 

[object Object]
Jógvan Hanssen (Savnsmynd)

[object Object]
Bubu


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder