Innanlands

Súlan gjørdist næstan 25 ár

Súlan, sum varð funnin deyð heima á Sandi, varð ringmerkt sum ungi á Hovsflesa í Lofoten

(Mynd: Tjóðsavnið)

(Mynd: Tjóðsavnið)

2023-01-18 16:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrsta fráboðanin um ringmerktan fugl í ár kom longu nýggjársdag, tá Jógvan Olsen fann eina súlu, sum var skolað upp á Sandi.

Súlan er helst deyð ein av ilsligu jóladøgunum, men ikki er vist, um sjúka var uppá spæl, ella orsøkirnar vóru onkrar aðrar.

Tó var hesin fuglurin rættiliga serstakur, fyrst og fremst tí at hann var ringmerktur sum ungi hin 13. juli í 1998, og gjørdist sostatt næstan 24½ ára gamal. Hetta er møguliga elsta súlan, sum er fráboðað úr Føroyum. Í 2021 vórðu tvær súlur funnar, sum vóru ávikavist 22 og 20 ára gamlar, og tað er ikki óvanligt, at tær liva longri enn so.

Men ringmerkingarstaðið var eisini áhugavert. Súlan var nemliga merkt á hólmunum Hovsflesa uppi við Lofoten, og er hetta bert ein av umleið fimm norskum súlum, sum eru funnar aftur í Føroyum.

Flestu súlur, sum búleikast í Føroyum, roknast við at upprunaliga koma úr Norðurbretlandi, m.a. Orknoyggjum.

Súlur liva leingi, og elsta súlan, sum fólk vita um, gjørdist 37 ár, 4 mánaðir og 16 dagar gomul.

Kelda: Føroysk Ringmerking á Facebook

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder