Innanlands

Suðuroyar Sparikassi tillagar renturnar

Nú verða negativu renturnar avtiknar

2022-09-14 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Suðuroyar Sparikassi tillagar nú eisini út- og innlánsrenturnar og avtekur negativu innlánsrenturnar. Tað upplýsir sparikassin í tíðindaskrivi.

Hetta hendir eftir, at ECB, evropeiski miðbankin, í farnu viku avgjørdi at hækka rentuna – hesaferð við 0,75 prosentstigum. Danski tjóðbankin hevur boðað frá somu rentuhækking, og tað hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi aftur fer at hækka bæði út- og innlánsrentur.

Í sambandi við nýggju rentuhækkingina verður negativa innlánsrentan avtikin í Suðuroyar Sparikassa.

Samstundis verður latið upp fyri, at kundar aftur kunnu stovna 3, 12 og 18 mánaða samansparingarkontur. Her hækka renturnar við upp til 0,40 prosentstigum.

Fyri privatkundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,75 prosentstig p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við upp til 0,45 prosentstigum p.a.

Fyri vinnukundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,40 prosent-stigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við upp til 0,45 prosent-stigum p.a.

Rentubroytingarnar fáa gildi 20. oktober 2022.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder