
Stríðið millum Suður- og Niðurkorea er hitnað aftur. Hetta kemst av, at suðurkoreanski herurin í nátt - fyrrapartin lokala tíð - varnaðist eitt slag av norðurkoreanskari dronu (ein brummara), í suðurkoreanskum loftrúmi. Tað er ikki hent síðani 2017.
Hetta skrivar danska TV2 í dag. Tað er suðurkoreanski herurin, ið sjálvur hevur upplýst, at ein hernaðaratgerð var neyðugt.
Dronan var í loftrúminum við býnum Gimpo, ið er nakað vestanfyri suðurkoreanska Seoul. Herurin varnaðist hetta, og sum svar vórðu stríðsflogfør og tyrlur send til øki. Sambært suðurkoreanskum miðlum eydnaðist tað tó ikki at skjóta dronurnar niður. Hildið verður at Norðurkorea, eins og í 2017, royndir at njósnast og fáa sær upplýsingar í Suðurkorea.
Brádliga atgerðin gjørdi, at eitt KA-1 stríðsflogfar hjá suðurkoreanska herinum datt niður. Teir báðir flogskipararnir yvirlivdu tó. Øll flogferðsla í økinum støðgaðu í eitt tíðarskeið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald