Mentan

Stuttfilmskapping um Heimsmálini

Nám skipar aftur í ár fyri filmskapping fyri hádeild og miðnám um Heimsmálini hjá ST

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-07 15:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám aftur í ár fyri filmskapping fyri hádeild og miðnám um Heimsmálini hjá ST.

Allir næmingar í hádeild og miðnámi í landinum kunnu melda seg til filmskappingina hjá Námi. Mælt verður til, at flokkurin arbeiðir saman. Hetta kann til dømis vera ein verkætlanaruppgáva, har filmurin er úrslitið. Lærarin, sum hevur flokkin, skal góðkenna filmin, skrivar Nám í tíðindaskrivi.

Næmingarnir gera sjálvir av, hvat ella hvørji av teim seytjan heimsmálunum, teir viðgera í filminum, sum í mesta lagi skal vera sjey minuttir til longdar.

Til ber at gera filmin sum heimildarfilm, listafilm ella annað slag av filmi, bara hann heldur seg greitt til evnið og endamálið, sum er at lýsa eitt ella fleiri heimsmál, sum lýst av ST. Tala í filminum skal vera á føroyskum, og tað kann vera ein fyrimunur at skriva undirtekst, skrivar Nám.

Ein dómsnevnd verður sett at meta um innkomnu filmarnar.

Freistin at lata lidna filmin inn er úti á mortansmessu, 11. november. Ein dómsnevnd verður sett at meta um innkomnu filmarnar, og týskvøldið 6. desember klokkan 19 verður eitt úrval av innkomnu filmunum víst í Havnar Bio, og tá verður vinnarin av kappingini eisini kunngjørdur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder