Innanlands

Stuldur, herverk og fleiri brot á ferðslulógina

Tá løgreglan kannaði ferðsluna í Kollfjarðardali í nátt, vórðu fimm mál skrivað – Eisini fekk løgreglan eina fráboðan um herverk og stuldur í høvuðsstaðnum í gjár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-18 11:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið kom ein fráboðan um stuldur úr einum handli í Havn.

Talan var um ein ungan persón – yngri enn 15 ár – sum hevði tikið onkrar drykkivøru.

Løgreglan sigur, at tá talan er um so ung fólk, fáa foreldrini og sosialmyndugleikarnir boð.

Sama kvøld varð boðað frá herverki. Talan var um nakrar unglingar, sum blakaðu steinar á eina húsatekju, og raktu teir bilin hjá eigaranum eisini.

Unglingarnir rýmdu av staðnum, tá eigarin kom út. Hetta hendi eisini í høvuðsstaðarøkinum, sigur løgreglan.

Skrásett fleiri brot á ferðslulógina

Í nátt kannaði løgreglan eisini ferðsluna í Kollfjarðardali, og har vórðu fimm mál skrivað.

Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt – teir koyrdu báðir 105 km/t – og tríggir lyktafeilir vórðu eisini skrásettir.

Løgreglan upplýsir, at hetta vikuskiftið annars sum heild hevur verið friðarligt, hóast nógv fólk hava verið í býnum.

Seinnapartin í gjár hendi eitt lítið ferðsluóhapp eisini í Havn, har ein bilførari ikki helt víkiskylduna og rendi á annan bil. Talan var tó bert um skrokkskaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder