Streymurin farin um alt meginøkið

Streymurin fór fyri lítlari løtu síðani um alt meginøkið. Tað fer at taka hálvan til ein tíma at fáa streymin aftur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-16 12:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring 12:23: Streymurin er komin aftur í parti av landinum.

--

Fyri løtu síðani fór streymurin, og streymslit er í øllum meginøkinum. Tað vil siga allastaðni uttan í Suðuroynni, og á onkrum útoyggjum.

Við Kringvarpið sigur Jón Nielsen, deildarleiðari á rakstrardeildini hjá SEV, at arbeitt verður við at rætta brekið, og tað fer at taka hálvan til ein tima at fáa streymin aftur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder