Innanlands

Skulu bera byrðar hvør hjá øðrum

Eliaskirkjan í Keypmannahavn hevur sett sær mál fyri arbeiðið fram til 2030.

(Mynd: Trúboðin)

(Mynd: Trúboðin)

2026-10-06 21:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eliaskirkjan á Amager í Keypmannahavn hevur lagt eina nýggja strategi fyri arbeiðið komandi árini. Tað skrivar Trúboðin.

Torgeir Petersen, formaður í Eliaskirkjuni, legði Strategi 2030 fram á einum strategidegi á Amager, har kirkjan heldur til. Fríðunn í Liljudali avdúkaði nýggja visuella samleikan, og Jónas Thomsen vísti nýggju heimasíðuna fram.

Í stuttum snýr strategiin seg um at menna lærusveinar við at boða gleðiboðskapin, búgva til tænastu og bera byrðar hvør hjá øðrum.

– Vit hava lagt dent á, at viðtøkurnar fyri Eliaskirkjuna skulu síggjast aftur í strategiini, og vit hava bjóðað kirkjuliðinum við í tilgongdina. So hetta er strategiin hjá Eliaskirkjuni og ikki bara hjá stýrinum, sigur Torgeir Petersen við Trúboðan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder