Uttanlands

Paramount keypt Warner Bros.

Feløgini verða løgd saman undir navninum Skydance.

(Mynd: David Swanson/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: David Swanson/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-07 17:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska filmsfelagið Paramount hevur endaliga keypt felagið Warner Bros. og hevur lagt feløgini saman undir navninum Skydance, boðar nýstovnaða felagið frá í tíðindaskrivi.

Undir Skydance eru, umframt Paramount og Warner Bros. eisini sjónvarpsrásirnar CBS News og CNN og stroymingartænasturnar HBO Max og Paramount+, sum ætlanin er at leggja saman til eina stroymingartænastu.

Warner Bros. Discovery varð sett til sølu í oktober í fjør, og fáar mánaðir seinni kom fram, at Netflix hevði gjørt avtalu um keyp av felagnum. Men so kom Paramount uppí leikin og endaði við at vinna boðskríggið.

Kalifornia, New York og tíggju aðrir amerikanskir statir stevnu Paramount, tí teir mettu, at yvirtøkan av Warner Bros. var kappingaravlagandi.

Stúrt var fyri, at ein samanlegging av Paramount og Warner Bros. kundi skapa ein miðlarisa við valdi til at hækka prísirnir á films- og sjónvarpsmarknaðinum.

Síðst í september varð tó ein semja gjørd. Løgmálaráðharrin í Kalifornia segði, at statirnir høvdu fingið tilsøgn um, at yvirtøkan hjá Paramount ikki fór at skaða kappingina á films- og sjónvarpsøkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder