CPR-nummur kunnu ikki longur nýtast at eyðmerkja borgarar, eftir at óviðkomandi fingu atgongd til upplýsingar hjá fleiri milliónum persónum í CPR-skipanini.
Tað sigur danska Styrelsen for Samfundssikkerhed (Samsik) sambært Ritzau.
Mánadagin kom fram, at óviðkomandi gjøgnum tíggju dagar í september høvdu havt atgongd til upplýsingar hjá 8,8 milliónum persónum. Talan var bæði um núlivandi persónar, deyðar persónar og persónar, sum eru fluttir úr Danmark.
Les eisini: Óviðkomandi hava fingið atgongd til CPR-upplýsingar
Samsik heitir á fyritøkur um at brúka aðrar hættir at eyðmerkja borgarar. Eitt nú MitID ella einnýtisloynitøl, sum borgarar fáa umvegis sms ella teldupost.
Upplýsingarnir, sum óviðkomandi hava fingið atgongd til eru cpr-nummur, nøvn og bústaðir. Tað eru eisini aðrir upplýsingar, sum teir ikki hava fingið atgongd til, sigur Mikkel Leihardt, deildarleiðari hjá danska granskingar-, útbúgvingar- og talgildingarmálaráðnum.
Les eisini: Løgreglan: Ansið eftir sviki við CPR-upplýsingum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald