Innanlands

Street Food á Frúutrøð í summar

Tórshavnar kommuna hevur sett eitt øki av í býnum, har matvognar kunnu savnast og skapa eitt Street Food-umhvørvi – Matvognar kunnu leiga sær pláss á økinum, sum í fyrstu atløgu kann nýtast frá 30. juli til 31. august

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-07-24 16:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur nú sett eitt øki av í býnum, har matvognar kunnu savnast og fáa høvi at skapa eitt Street Food-umhvørvi.

Kommunan hevur funnið eitt øki á Frúutrøð, sum verður sett av til endamálið. Økið er 360 fermetrar til støddar. Kommunan stillar borð, benkur og ruskbingju á økið og tryggjar, at vatn og streymur er tøkt

Allir matvognar, ið hava neyðugu løggildingina frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, eru vælkomnir at nýta økið, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Tey, ið hava hug at leiga sær eitt pláss kunnu senda eina umsókn við upplýsingum um vøru, ábyrgdarhavandi og søludagar umframt mynd av vogninum til Visit Tórshavn. Sølan kann síðani byrja, so skjótt loyvi er tillutað.

Økið kann í fyrstu atløgu nýtast frá 30. juli fram til 31. august.

Meira kunning um treytirnar fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder