Krabbameinsfelagið hevur keypt hús á Argjum. Ætlanin er at umbyggja húsini til eitt stað, sum er skapt til tørvin hjá felagnum, har fólk kunnu leita sær ráðgeving, fáa stuðul og vera saman. Her skulu fólk kenna seg trygg og vælkomin í einum umhvørvi, sum gevur vón, styrki, íblástur og lívsmót í einum truplum tíðarskeiði í lívinum, skrivar Krabbameinsfelagið í fráboðan.
Víðfevnda virksemið hjá felagnum rúmast ikki longur í leigaðu hølunum. Við húsakeypinum er eitt týðandi stig tikið at røkka málinum um eini hús, har til ber at menna og víðka hjálpina og tilboðini til øll tey, sum eru rakt av krabbameini. Tað veri seg børn og vaksin, sum eru ella hava verið sjúk, avvarandi teirra og eisini tey, sum hava mist.
Vit vita, at fysiskir karmar hava stóran týdning fyri trivnað og heilsu. Tí verða húsini opin og innbjóðandi, og lekjandi byggilist verður virkin partur av umsorganini. Her verður rúm fyri nærveru og hugna, fyri práti og ráðgeving, men eisini fyri friði og ró.
Innrættað verða rúm við fyriliti fyri privatlívi hjá tí einstaka, samstundis, sum karmarnir fara at birta uppundir opinleika, samveru og felagsskap. Fyri mong hevur tað stóran týdning at hitta og deila royndir við onnur, sum hava krabbamein tætt at sær.
Húsini skulu kennast heimlig og verða atkomuvinarlig við lyftu og øðrum hentleikum. Dentur verður lagdur á góð ljós- og ljóðviðurskifti og natúrligt tilfar verður brúkt til veggir, gólv og loft. Uttan verða vindeygu og klædningur skift og hugnaligur urtagarður gjørdur. Náttúran kring verður partur av heildini og fer at geva teimum vitjandi møguleika at njóta frið og stillar løtur í vøkrum umhvørvi.
Húsini í Støðlagøtu 5 á Argjum liggja nær við Landssjúkrahúsið, og tí verður lætt hjá sjúklingum og avvarðandi at vitja Krabbameinsfelagið bæði undan og eftir ørindi teirra á sjúkrahúsinum.
Íblástur til ætlaðu húsini stavar eitt nú frá bretsku Maggie’s Centre og frá donsku Livsrum húsunum hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark, ið eru ráðgevandi hús ella miðstøðir fyri krabbameinssjúk og avvarðandi.
Felagið søkir í løtuni grunnar og myndugleikar um fígging. Fæst fíggingin til vega, er ætlanin at taka húsini í nýtslu í 2028.
Øll áhugað eru vælkomin at stuðla verkætlanini, skrivar Krabbameinsfelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald