Í farnu viku kom út verkið “Tættir og teiti” við einum ískoyti.
Tættir er gamalt skaldskaparslag. Høvundurin viðger nakrar av táttum, sum vórðu yrktir í bóndasamfelagnum. Teir lýsa væl, hvørjar tankar føroyingar høvdu. Skemtast var við nøkrum, sum vit nú á døgum ikki gera.
Sjóvarbóndin og Nólsoyar Páll vóru nýskapandi og fluttu tættir upp á politiskt stig. Í bókini eru tulkingar av “Fuglakvæði”, sum eru eitt sindur øðrvísi enn tær, vit kenna.
Í 1906 fingu vit politiskt flokkabýti, og tá vórðu tættir brúktir í politiska spælinum. Teir lýsa føroyska søgu á ein øðrvísi hátt.
Í 1922 varð fyrsta ólavsøkukabarettin spæld, og har hava tættir havt sítt fasta pláss í flest øllum teitum ella kabarettum í 100 ár. Harkaliðið spratt úr hesum kabarettum. Nakrir av hesum táttum verða viðgjørdir. Seinni komu m.a. norðoystevnukabarettin, varmakelduteitið, nýggjárskemtið í Vági og ovastevnukabarettin. Tað verður m.a. søguliga greitt frá hesum kabarettum. Fleiri myndir eru eisini frá øllum hesum kabarettum.
Í 1969 var fyrsta V4-sendingin gjørd. Sendingarnar savnaðu tjóðina. Har vóru Føroya bestu skemtarar, sangarar, yrkjarar og frásøgufólk. Yrkjarar sum Tummas Napoleon Djurhuus, Axel Tórgarð, Jógvan Arge og Suni F. Jacobsen yrktu eina rúgvu av táttum til sendingarnar. Summir teirra eru blivnir fólkaogn. Sangarar sum Jógvan Telling, Hermann Jacobsen, Oskar Hermannsson, Flemming Samuelsen og Elin Brimheim Heinesen sungu eina rúgvu av hesum táttum.
Eisini er eitt ískoyti, har næstan 200 tættir við frágreiðingum eru prentaðir. Til samans er verkið næstan 800 síður til longdar. Petur Háberg Jacobsen hevur málað málningin á forsíðuni. Tórður Johannesarson hevur skrivað. Sprotin gevur út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald