Fylgisveinamyndir, tiknar undan og eftir fleiri ógvusligar spreingingar í gjár á eini hernaðarligari flogstøð á russiskt hertiknu Krim-hálvoynni vísa, at stórar oyðileggingar eru hendar.
Tað er amerikanska Planet Labs, ið nágreiniliga eygleiðir fylgisveinaupptøkur yvir Ukraina, sum vísir á hetta, skrivar BBC.
Myndirnar vísa niðurbrend økir á flogstøðini har tað eisini eru fleiri flogfør, ið eru kolað upp.
Sambært BBC er talan um fyrstu óheftu prógvini fyri at stórir skaðar eru hendir á floghavnini.
Í gjár var óvist hvat var hent, og almennar ukrainskar keldur vístu eisini aftur, at talan skuldi vera um ukrainsk álop.
![]()
Henda myndin av Saky flogstøðini er frá týsdegnum 9. august (Mynd: Planet Labs PBC)
![]()
Henda myndin av Saky flogstøðini er frá mikudegnum 1+. august (Mynd: Planet Labs PBC)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald