2022-10-07 11:27
Stór leiting er í morgun sett í verk í Vágum. Jn.fo og Vp.fo skriva, at tað er ein kvinna, ið leitað verður eftir.
Á løgreglustøðini í Havn fáa tey einki sagt enn, vóru boðini tá vit prátaðu við vakthavandi fyri løtu síðani.
Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog og bjargingarbáturin Sverri eru við í leitingini, sum fer fram í økinum við Trælanípuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald