Síðan 1. januar hevur borið til at fylgt sandavágsmanninum Karl Weihe í kendu sjónvarpsrøðini Paradise Hotel.
Tríggir partar koma út um vikuna, og enn hevur ikki verið nakar vandi á ferð. Ikki fyrr enn í partinum, sum kom út í dag. Hann hevur annars staðið tryggur saman við Nikoline.
Nýggjasti hotellgesturin Oscar tjekkar inn og endar saman Jasmin. Tað hevur við sær at ljóshærdi sjarmørurin Marius gongur leysur. Hann ger alt hvat hann kann til at fáa Nikoline at velja seg og harvið tveita roynda sandavágsmannin út.
Til parceremoniina standa bæði Karl og Marius aftanfyri Nikoline, sum harvið skal taka eina stóra avgerð. Her dregur Karl longra stráðið.
- Tað er ein kempi lætti tá eg hoyri mítt navn. Túsund takk Nikoline, nú kunnu vit koyra allan vegin, sigur Karl Weihe í partinum.
Um Nikoline og Karl halda saman til finaluna fer so at vísa seg. Á sosialu miðlunum sæst, at tey eru blivin vinfólk síðani upptøkurnar vóru gjørdar í vár.
Hin føroyski luttakarin í Paradise Hotel í ár, Teresa Ovenberg, er enn ikki tjekkað inn.
Les eisini: Vísir unnustuna fram á reyðu langmottuni
Paradise Hotel sæst á Viaplay.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald