Innanlands

Stellurnar og støðan á Mars

Ró verður aftur á Torradagarnar í Klaksvík. Tvey av avlýstu tiltøkunum verða á skránni nú - tað fyrra seinnapartin, har frágreiðing verður í Smæruni um tíðina við Stellunum, og hitt leygardagin við David Arge Klevang Pedersen, sum hevur granskað Mars

David Arge Klevang Pedersen (Mynd: klaksvik.fo)

David Arge Klevang Pedersen (Mynd: klaksvik.fo)

2022-04-06 09:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Torradagarnar vóru á skránni síðst í februar, men vegna forfall vórðu nøkur tiltøk avlýst, men nú verða tvey av teimum nú tikin upp aftur.

Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari, har boðað verður frá, at talan er um frásøgn um Stellurnar og fyrilesturin: Hvussu gongur á Mars?

Tað fyrra tiltakið byrjar í dag klokkan 16. Tað verður í Virkishúsinum Smærini, har Árni Joensen úr Oyndarfirði og brøðurnar Sigurd og Torkil Johannesen á Oyrabakka við myndum greiða frá, um túrar teir hava verið við Stellunum - Stella Kristina og Stella Karina.

Eisini vísir Jákup Anthoniussen filmsbrot frá túrum við Stellunum. Hesir tá snøggu trolararnir endaðu Akureyri í 70-unum og vórðu seinni upphøgdir.

Hvussu gongur á Mars

Leygardagin verður um ein eitt heilt annað tiltak leygardagin, tá David Arge Klevang Pedersen greiðir frá um fjarstýrda rovaranum, Perseverance, sum lendi á gongustjørnini Mars 18. februar, 2021 sum nú liðugur við at kanna umstødunar á botninum á Jezero kratrinum, áðrenn leiðin gongur vídari til kantin av kratrinum – har man væntar at líkindini fyri at finna tekin av forntíðar lívi eru størst.

“Flagship missiónin” hjá NASA skal kanna tað geologisku søguna á Mars, og talan er um sera slóðbrótandi kanningar.

[object Object]

David Arge Klevang Pedersen hevur havt ein umráðandi og virknan leiklut í, at eitt serligt upptøkutól, sum eisini er roynt í Føroyum, kom at standa á hesum serliga "rovaranum". David hevur haft ein stóran leiklut í menningingi av tólinum, og er partur av granskaratoyminum, ið arbeiðir við kanningunum frá PIXL. David, ið er kendur hjá NASA, fer at greiða frá kanningunum frá PIXL og hvussu fyrsta árið á Mars hevur gingið.

Framløgan verður í Miðhøllini á Skúlatrøð leygardagin 9. apríl klokkan 15.00. Høvið verður eisini at seta spurningar. 


Í hesari skerdu Torravikuni hevur Seglhúsið eisini opið, har framsýning við ymiskum listaverkum av millum annað Jóannisi Kristiansen, Øssuri Mohr, Jack Kampmann, Bárði Jákupsson, Tolli Mortens.  Opið verður í dag, í morgin og fríggjadagin klokkan 14 til 17, skrivar Klaksvíkar kommuna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder