Innanlands

Steinlag verður nú lagt kring Biskupstorg

Til ber ikki at fara inn á økið hesa vikuna, meðan arbeiðið verður gjørt í hesu vikuni. Seinni í ár verður farið undir at fáa fleiri parkeringspláss millum Biskupstorg og Føroya Tele, umframt at koyribreytin verður umløgd, soleiðis at fleiri parkeringspláss fáast burturúr.

Í fjør vóru flísarnir kring Biskupstorg tiknir upp og arbeiðið, at leggja nýtt seinlag, varð sett ígongd

Í fjør vóru flísarnir kring Biskupstorg tiknir upp og arbeiðið, at leggja nýtt seinlag, varð sett ígongd

2022-05-11 10:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í fjør vóru flísarnir kring Biskupstorg tiknir upp og arbeiðið, at leggja nýtt seinlag, varð sett ígongd. Fyrsta steinlagi var lagt á heysti 2021, og nú verður arbeiðið gjørt liðugt.

Arbeiðið verður gjørt hesa vikuna, og síðan skal tilfarið seta seg. Tað merkir, at ongir bilar sleppa inn á økið fyrr enn í komandi viku. Heitt verður í hesum sambandi á borgarar um at vísa varsemi og ikki fara inn á økið, meðan arbeiðið verður framt.

Seinni í ár verður farið undir at fáa fleiri parkeringspláss millum Biskupstorg og Føroya Tele, umframt at koyribreytin verður umløgd, soleiðis at fleiri parkeringspláss fáast burturúr.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder