Innanlands

Steingja Kaldbaksvegin eina løtu

Skulu taka ein koppaðan lastbil uppaftur - tekur hálvan tíma

2019-10-22 20:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan boðar frá, at tey fara at steingja Kaldbaksvegin eina løtu nú í kvøld.

Hetta tí, at ein lastbilur, sum koppaði í nógva vindinum í gjár, skal takast uppaftur.

- Vit verða noydd at steingja vegin meðan arbeiðið fer fram, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Vegurin steingir nú klokkan 20.30 frá rundkoyringini við Føroya Tele í Hoyvík til rundkoyringina í Kollafjarðardali. Meðan arbeiðið fer fram, verður ferðslan víst til Oyggjarvegin.

Vegurin verður latin upp aftur so skjótt, sum arbeiðið er liðugt. Tey rokna við, at tað tekur umleið ein hálvan tíma.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder