Innanlands

Steðgaðu 70 bilum í Klaksvík

Løgreglan gjørdi í gjár grein 13 kanningar í Klaksvík, og tað vísti seg at vera fleiri bilførarar, sum ikki høvdu síni viðurskifti í ordan. Millum annað var ein tikin, sum koyrdi uttan førararætt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-01-13 08:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan ger javnan sonevnar grein 13 kanningar kring landið, og í gjár var tað Klaksvík sum stóð fyri tørni.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at 70 bilar vóru steðgaðir, og í 17 førum fingu fólk bót fyri ymiskt.

So sum ikki at brúka trygdarbelti, ymiskir lyktafeilir, ikki at hava koyrikort uppi á sær og at brúka fartelefon undir akstri.

Í eina førinum var ein bilførari tikin, sum ikki hevði koyrikort. Hann kann síggja fram til eina bót.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder