Innanlands

Standferðslan avlýsir fleiri túrar í morgun

Eisini Bydgaleiðir eru nógv skerdar orsaka av veðrinum

Krambatangi í morgun (Vevmynd: Landsverk)

Krambatangi í morgun (Vevmynd: Landsverk)

2022-12-26 09:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Strandfaraskip Landsins hava avlýst so at siga allar ruturnar hjá Bygdaleiðum orsaka av nógvum vindi og ringum koyrilíkindum í dag.

Smyril sigldi ikki túrin av Gomlurætt klokkan 8.30 í morgun, og harvið verður heldur ongin túrur suðuraftur av Havnini klokkan 11. Eftir ætlan verður siglt av Krambatanga klokkan 17.30 og av Havnini klokkan 20.

Siglt verður ikki til Kalsoyar fyrrapartin. Heimasíðan hjá Strandferðsluni sigur, at roynt verður aftur klokkan 14.

Fyribils er ongin sigling millum Gomlurætt og Skopun og Gomlurætt og Hest. Heldur ongin sigling er til Svínoyar og Fugloyar í dag.

Hesar bygdaleiðir eru avlýstar fyribils:

Leið 100 millum Tórshavn og Vestmanna
Leið 101 millum Tórshavn og Gomlurætt
Leið 300 millum Tórshavn og flogvøllin
Leið 350 millum Tórshavn, flogvøllin og Sørvág
Leið 400 millum Tórshavn og Klaksvík
Leið 410 millum Fuglafjørð, Gøtudal og Klaksvík
Leið 500 millum Klaksvík og Viðareiði
Leið 506 millum Syðradal og Trøllanes
Leið 600 millum Skopun og Skálavík
Leið 601 millum Dal, Sand og Skopun
Leið 700 millum Sumba, Vág og Tvøroyri
Leið 701 millum Famjin, Tvøroyri og Sandvík 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder