Innanlands

Staksdagur verður leygardagin

12 seyðir skulu takast á Tjørnuvíksstakki í ár

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2022-09-15 07:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Staksdagurin í Tjørnuvík hevur verið ein partur av mentanardøgunum hjá Sunda kommunu.

Leygardagin verður aftur farið út á Stakkin eftir seyði. Hetta er ein sermerktur dagur í bygdini, og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini í Tjørnuvík.

Í ár eru 12 seyðir at taka, tveir veðrar, fimm ær og fimm lomb.

Tá komið er aftur til bygdina bjóðar Stakksnevndin súpan til fjallfólkið. Síðan verða fýra seyðir flettir og sundurlimaðir, hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.

Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.

Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, eitt nú verður tombola aftan á uppboðssøluna. Dagurin endar við almennum dansi í bygdarhúsinum.

Staksdagurin er eisini endin á mentanardøgunum í Sunda kommunu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder