Innanlands

ST-málini mugu mátast fyri at kunna røkkast

Týsdagin 6. september klokkan 10 verður alment tiltak í Smæruni í Havn, har Hagstovan fer at avdúka nýggja heimasíðu, sum vísir, hvussu gongst við at røkka málunum um eitt burðardygt samfelag fram til 2030

Í flest øllum londum í heiminum eru tað hagstovurnar, sum hava uppgávuna at máta málini. Í Føroyum hevur Hagstova Føroya uppgávuna. Her sæst nýtslan av olju í tonsum seinastu 30 árini (Skíggjamynd - Hagstova Føroya)

Í flest øllum londum í heiminum eru tað hagstovurnar, sum hava uppgávuna at máta málini. Í Føroyum hevur Hagstova Føroya uppgávuna. Her sæst nýtslan av olju í tonsum seinastu 30 árini (Skíggjamynd - Hagstova Føroya)

2022-09-01 13:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í næstu viku fær almenningurin atgongd til nýggja heimasíðu hjá Hagstovuni, sum hevur til endamáls at máta, hvussu gongst við at røkka ST-málunum um burðardygga menning fram til 2030.

Týsdagin 6. september klokkan 10:00 verður alment tiltak í Smæruni í Havn, har Hagstovan fer at avdúka nýggja heimasíðu, sum vísir, hvussu gongst við at røkka málunum um eitt burðardygt samfelag.

Føroya Landsstýri hevur sett sær fyri, at vit skulu røkka málunum hjá Sameindu Tjóðum um burðardygga menning fram til 2030, men málini mugu mátast fyri at kunna røkkast.

- Tað hevur tí týdning, at øll lond hava skipaðan og einsháttaðan leist at máta gongdina fram móti málunum, sigur Hagstovan í innbjóðing til tiltakið í Smæruni.

[object Object]

Í flest øllum londum í heiminum eru tað hagstovurnar, sum hava uppgávuna at máta málini. Í Føroyum hevur Hagstova Føroya uppgávuna.

ST-málini eru 17 í tali og snúgva seg millum annað um at basa fátækadømi, at veita øllum mat, rættin til góða heilsu, betri útbúgving, javnstøðu, burðardygga orku, minni ójavna, veðurlagsátøk og lívið í havinum.

Hagstova Føroya hevur í tvey ár arbeitt við at veita føroyskar dátur til indikatorarnar, sum eru viðkomandi fyri málini. Og nú verða hagtølini so tøk á nýggjari heimasíðu, sum er ment til hetta endamálið.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder