Innanlands

Spurningurin um landsstýrisfólk hongur framvegis í leysum lofti

Christian Andreasen sigur við Kringvarpið, at tosað verður um støðuna nú seinnapartin

Bíðað verður eftir hvat Fólkaflokkurin kemur við. Jacob Vestergaard hevur verið nevndur í samband við sessin í Fíggjarmálaráðnum, men fleiri eru um boðið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bíðað verður eftir hvat Fólkaflokkurin kemur við. Jacob Vestergaard hevur verið nevndur í samband við sessin í Fíggjarmálaráðnum, men fleiri eru um boðið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-22 13:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Einki ítøkilig kom burturúr í gjár, og harvið kom eingin kunngerð um, hvør verður nýtt landsstýrisfólk í fíggjarmálum, ið væntað annars varð.

Tað er ymiskt, ið bendir á, at Jacob Vestergaard fer aftur í landsstýrið, men hetta er helst ikki so beint fram, nú tá avgerðin dregur út.

Christian Andreasen segði við Kringvarpið í gjár, at tað møguliga fer at taka nakrar dagar, áðrenn ein loysn er funnin. Í dag sigur formaðurin í tingbólk Fólkafloksins við KVF, at tosað verður um støðuna seinnapartin, tó at ein beinleiðis fundur ikki er avtalaður.

Uppgávan er, at finna triðja nýggja landsstýrisfólki hjá Fólkaflokkinum hetta valskeiðið. Jørgen Niclasen fór í síðstu viku frá, orsakað av at hann varð tikin fyri rúsdrekkakoyring.

Fyrrapartin hevði landsstýrið fund, skrivar kvf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder