Innanlands

Springarin farin til stroks

Teinurin, springarin hevur ferðast hesa vikuna, er góðar 400 fjórðingar, ið gevur eina miðal ferð á knapt 3 míl

2022-09-28 16:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havstovan: Tann eini merkti springarin, sum fyri viku síðan var komin suður um Íslandsryggin, er nú farin beina kós vestureftir. Hann er farin tvørtur um Reykjanesryggin, er komin í Irmingarhavið og er nú mitt ímillum Ísland og Grønland.

Hetta staðfestir eitt samband millum møguligar stovnar báðumegin Reykjanesryggin.

Teinurin, springarin hevur ferðast hesa vikuna, er góðar 400 fjórðingar, ið gevur eina miðal ferð á knapt 3 míl. Hetta avdúkar, at skjórutur springari er kvikur svimjari, ið eftir stuttari tíð kann reika víða um í Norðuratlantshavi.

Hin springarin, ið enn hevur merki, ið virkar, reikar ikki líka víða. Hann er komin nakað longur suður, og hevur seinastu dagarnar ferðast á Íslandsrygginum, 90 fjórðingar úr landi. Einki samband er við hinar springararnar.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder