Innanlands

Sørvágs kommuna givið byggiloyvi til farstøðina á flogvøllinum

Farstøðin skal víðkast við 22 metrum eystureftir, og tað millum annað fevnir útbyggingin um kjallara til at handfara viðføri og miðhædd til viðførishøll- Ein treyt frá teknisku nevnd í bygdaráðnum er, at brunasimuleringar er góðkendar

2022-10-12 11:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er arkitektafyritøkan SNA, sum vegna FAE hevur søkt um byggiloyvi til at víðka verandi farstøð á flogvøllinum við umleið 22 metrum eystureftir.

Tað hevur í eina tíð verið ætlanin at útbyggja farstøðina, so at millum annað viðførisviðurskiftini gerast betri.

Í mállýsingini á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu stendur, at útbyggingin fevnir um kjallara til handfaring av viðføri, miðhædd til viðførishøll og ein hædd til skrivstovu og fundarhøli.

- Bygningurin verður gjørdur av sama tilfari og sniði sum verandi, sum útgangspunkt verður bygt meira av tí sama.

Sambært Sørvágs kommunu tekur tekniska nevnd undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum við teimum treytum at nýtsluloyvi ikki verður givið fyrr enn brunasimuleringar eru góðkendar, og at bygningurin í mun til ventilatión, inniluft og ljós í minsta lagi lúka treytirnar í BK17

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum og Teknisku nevnd. 

Tað er ikki greitt, júst nær útbyggingin á flogvøllinum fer í gongd ella verður liðug.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder