Innanlands

Sólvit vitjar Bústaðir

Nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum var í dag á vitjan hjá Bústøðum. Stovnurin hevur seinastu árini bygt úti ímóti 400 búeindir

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, Anna Maria Joensen, forkvinna í stýrinum, og Andras Róin, stjóri

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, Anna Maria Joensen, forkvinna í stýrinum, og Andras Róin, stjóri

2022-01-14 18:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, hevur í dag verið á vitjan hjá Bústøðum. Anna Maria Joensen, forkvinna í stýrinum og Andras Róin, stjóri, tóku í móti og vístu landsstýrismanninum runt, og greiddu frá virkseminum hjá Bústøðum.

Bústaðir hevur seinastu árini bygt út ímóti 400 búeindir, nakrar verkætlanir eru í gerð, og aðrar eru ávegis.

- Tað er spennandi at hoyra um alt virksemið og ætlanirnar hjá Bústøðum. 2021 lagaði soleiðis, at tað kann tykjast sum, at tað ikki hendi eins nógv og ætlað. Nú síggi eg fram til, saman við pørtunum, at rættilig ferð kemur aftur á byggingina, sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder