Innanlands

Sølan av partabrøvunum í P/F Tjaldur tikin upp aftur

Miðað verður eftir at sølan er avgreidd fyrst í februar

Tað er grannskoðaravirkið Januar, sum stendur fyri søluni av partabrøvunum hjá landinum í P/F Tjaldur (Savnsmynd)

Tað er grannskoðaravirkið Januar, sum stendur fyri søluni av partabrøvunum hjá landinum í P/F Tjaldur (Savnsmynd)

2023-01-02 17:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Grannskoðaravirkið Januar hevur tikið sølutilgongdina av partabrøvunum í P/F Tjaldur upp aftur. Tað hevur Fíggjarmálaráðið givið Januar, sum stendur fyri søluni, boð um.

Seinasta freist at bjóða upp á partabrøvini er um 14 dagar, mánadagin 16. januar klokkan 10.

Í tíðarskeiðnum frá 16.-27. januar verður samskift við tann ella teir keyparar, sum hava latið boð inn, so teir keyparar hava møguleika at endurskoða tilboðini, um onkur hevur hægri boð ella um seljarin ikki er nøgdur við boðini.

Miðað verður eftir, at sølan verður endaliga avgreidd í tíðarskeiðnum 1.-3. februar 2023, og við atliti at játtanin til at selja er samtykt í løgtinginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder