Innanlands

Smittaður ella í sóttarhaldi? Dagpeningaskipanin verður nú broytt

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur borið Løgtinginum tvey lógaruppskot, sum fara at tryggja inntøku til tey, sum eru smittað við COVID-19 ella sett í sóttarhald – eisini fólkapensjónistar

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

2020-08-12 07:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Við uppskotunum verða skipanirnar, sum vóru galdandi í sambandi við fyrru smittubylgjuna, aftur settar í gildi. Tað merkir, at persónar á arbeiðsmarknaðinum, sum eru smittaðir við COVID-19 ella settir í sóttarhald, verða fevndir av dagpeningaskipanini hjá Almannaverkinum. Í praksis verður tað skipað soleiðis, at hann, sum undir vanligum umstøðum ikki hevur rætt til løn undir sjúku, fær dagpening frá Almannaverkinum.

Arbeiðsgevarar, sum hava útreiðslur til starvsfólk, sum eru smittað ella sett í sóttarhald vegna COVID-19, fáa lønarútreiðsluna endurrindaða frá Almannaverkinum. Eisini arbeiðandi fólkapensjonistar verða fevndir av hesum skipanum.

Skipanin við lønarískoyti til fólkapensjonistar verður aftur sett í gildi. Talan er um fólkapensjonistar, sum eru heimsendir ella hava inntøkumiss, tí virksemið er minkað orsakað av COVID-19.

Tey, sum longu hava verið fyri inntøkumissi, fara eisini at fáa rætt til fíggjarligan stuðul fyri mistu inntøkuna, tí lógin fer at virka afturvirkandi frá 1. juli 2020.

– Almannamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder