Innanlands

Sló frá sær við jarnstong á Summarfestivalinum: Løgreglan leitar eftir vitnum

Løgreglan eftirlýsir vitnir til grovan harðskap sum fór fram á Summarfestivalinum

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-09-01 17:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan eftirlýsir í dag vitnir til grovan harðskap á Summarfestivalinum.

Leygardagin 6. august 2022 kl. 04:35 fekk løgreglan fráboðan um harðskap, sum varð framdur yvirav springvatninum við Klaksvíksveg/Vágstún, við suðurvest inngongdina til festivaløkið.

Talan var um ein mann, ið varð álopin av einum manni, sum sló frá sær við einari “jarnstong”. Maðurin, ið var álopin, bleiv raktur fleiri ferðir.

Um nakar hevur sæð ella hevur vitan um tilburðin verður heitt á viðkomandi at venda sær til politiið á telefon 114.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder