Mentan

Skráin fyri Dansibandsfestivalin klár

Fríggjadagin og leygardagin verður Dansibandsfestivalurin á skránni í Vági – Sí skránna her

Han Jacob & Vinmenn spæla til dansin í Vágs Høll leygardagin

Han Jacob & Vinmenn spæla til dansin í Vágs Høll leygardagin

2021-04-26 08:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 30. apríl og leygardagin 1. mai verður Dansibandsfestivalurin í Vági. 

Í fjør var eingin Dansibandsfestivalur, og er áhugin fyri festivalin í ár metstórur, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Á skránni um vikuskiftið er m.a. dansitónleikur, konsertir, góður matur, og gudstænasta. Fleiri av tiltøkunum kosta, men kostnaðurin er tó íroknaður vikuskiftispassunum til festivalin.

Skráin fyri festivalin sæst niðanfyri:

Fríggjadagin 30. apríl 2021

Kl. 12.00-14.00 Dansibands-brunsh í VB-húsinum.

Kl. 14.00 Konsert í VB-húsinum við Magna Christiansen

Kl. 16.00-17.30 Line-dansur við Birgir og Hervør Samuelsen í VB-húsinum.

Kl. 20.00 felagssangur Hjalmar & Dagfinn spæla undir og suppu v/breyð í Vágs Høll.

Kl. 22.00 Uppá tá við Finnur S. Olsen beinleiðis í útvarpinum hjá KVF frá Dansibandsfestivalinum úr Vágs Høll.

Kl. 23.00 Dansibandsorkestur spæla til dans í Vágs Høll. Norrøna Dansband og Sunrise spæla til dansin.

Kl. 04.00 Dansurin endar.

Leygardagin 1. mai 2021

Kl. 10.00 Gongutúrur við frásøgufólki. Áhugaði møta við Tríkantin á Sandinum.

Kl. 14.00 Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll, Uni Næs, dómpróstur, prædikar. Magni Christiansen framførir undir gudstænastuni.

Kl. 15.30-17.00 Line-dansur við Birgir og Hervør Samuelsen í VB-húsinum.

Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Á matarskránni er grillaður búffur, ovnbakaði petit eplir, salat og sós. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið.

Kl. 23.00 Dansibandsorkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Hans Jacob & vinmenn og Fourmenh.

Kl. 04.00 Dansurin endar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder