Innanlands

Skottilburðurin í Miðvági fyri rættin um tvær vikur

Ein maður í 30-unum er ákærdur fyri drápsroynd

Tað var her, at skottilburðurin hendi tann 9. desember 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var her, at skottilburðurin hendi tann 9. desember 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-03 19:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skottilburðurin í Miðvági 9. desember í 2019 kemur nú fyri í rættinum, veit útvarpið í dag. Ein maður í 30-unum er ákærdur fyri drápsroynd.

Ein løgreglumaður varð raktur í høvdið, men fekk ikki stórvegis skaða. Ákærdi maðurin varð eisini sjálvur raktur av skotum frá løgregluni. Hetta vóru trý skot, og hann mátti á Ríkissjúkrahúsið at fáa viðgerð fyri løstirnar.

Málið byrjar í rættinum tann 17. mai, og fimm dagar eru settir av til málið.

Sambært Kringvarpinum sigur ákærdi maðurin seg einki minnast til hendingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder