Eitt skotálop í pólska býnum Kraków leygardagin verður kannað sum yvirgangur, upplýsir pólski ákærumyndugleikin.
Álopið varð framt á Rynek Główny-torginum í gamla býarpartinum av Kraków, sum verður nógv vitjað av ferðafólki.
Seks folk vórðu dripin. Trý av teimum dripnu vóru pólskir ríkisborgarar, ein var bretskur ríkisborgari, og hini bæði eru enn ikki eyðmerkt, sigur pólska løgreglan sambært Ritzau.
Drápsmaðurin - ein 24 ára gamal pólskur maður - var sambært løgregluni einsamallur um álopið. Sambært pólska innanríkismálaráðharranum, Marcin Kierwiński, var hann hugtikin av tí høgraviðgongda. Hetta verður nú kannað nærri.
Drápsmaðurin varð skotin av løgregluni, tá hann royndi at rýma av staðnum. Hareftir varð hann fluttur á sjúkrahúsi, og støðan hjá honum er hættislig.
Umframt tey, sum vórðu dripin á torginum, vórðu trý deyð fólk eisini funnin á bústaðnum hjá drápsmanninum. Talan er, sambært pólsku løgregluni, um foreldrini og systrina hjá manninum.
Eisini pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk hevur umrøtt álopið sum yvirgang.
– Higartil hava vit í Póllandi ikki havt so ógvuslig dømi um yvirgang, sigur hann.
– Tað er, hvat vit mugu kalla hetta óreina álopið.
Umframt tey, sum lótu lív, vórðu 15 onnur fólk særd undir álopinum, harímillum tvey løgreglufólk. Leygarkvøldið varð boðað frá, at tað eina løgreglufólkið var í lívsvanda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald