Innanlands

Skjótt klárt at bryggja á Hálsi

Bryggjaríið OY væntar at koma út við fyrsta brygginum til jóla

(Mynd: Oy)

(Mynd: Oy)

2021-09-09 11:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í eini høll á Hálsi í Havn verður nú av øllum alvi arbeitt við at gera klárt til at kunna kynda undir tangunum, ið skulu bryggja øl til nýggja bryggjaríið við navninum OY.

Bryggjhúsið, ið er keypt úr Ísrael, er komið til landið, og verður nú monterað í bygninginum hjá fyritøkuni, ið einaferð æt Tórshavnar Timburhandil. OY skal húsast á 1100 fermetrum í eystara enda av bygninginum, sum vendir út móti Falkavegi.

Her verður meira enn bara bryggjarí, tí talan verður um at gera eitt móttøkuhøli, har vitjandi fáa møguleika at síggja hvussu ølbryggingin fer fram. Eisini verður eitt stað, har møguleiki verður at smakka vøruna – ein ‘brew-pub’, sum tað eitur á fremmandum máli.

Á skeinkingarstaðnum verður eisini møguleiki at sessast og keypa sær ein bita at eta.

- Hetta við at hava ‘visitor-centre’ er ógvuliga vælumtókt á bryggjaríum aðrastaðni, og tað fara vit eisini at hava. Eisini verður ein køkur haðani møguleiki at at keypa sær mat, sum hóskar seg til vørurnar, vit fara at bryggja á staðnum, greiðir Petur Petersen, stjóri frá.

Hann leggur afturat, at talan ikki verður um nakra ‘gourmet restaurant’, men eitt stað við leskiligum mati, ið hóskar seg til øl. Ikki bara munnbitar, men tað verður eisini møguleiki at keypa heilar máltíðir her á nýggja staðnum hjá OY.

Skal testast fyrst
Í løtuni eru útlendskir montørar i gongd við at seta útgerðina saman, sum er komin úr Ísrael. Hartil eru eisini komnir fleiri tangar, har bryggið skal lagrast.

- Enn vita vit ikki nær vit kunnu koma í gongd við sjálva bryggingina. Tá útgerðin er sett upp, skal hon testast, og ikki fyrr enn vit eru vís í, at gott øl fæst burtur úr í hinum endanum, fara vit í gongd við veruligu framleiðsluna, sigur Petur Petersen.

Vónin er framvegis at kunna koma út við fyrsta brygginum í rúsur og útsølur áðrenn jól.

- Tað tekur tíð at bryggja og lagra gott øl, men okkurt hava vit væntandi klárt áðrenn jól, sigur Petur Petersen, sum á fólkamunni vanliga verður róptur Petur Øl.

Hann sigur, at ætlanin er at bjóða fleiri ymisk øl frá OY – alt frá vanligum pilsnara, yvir IPA og pale ale til stout og sider.

1,2 milliónir litrar um árið
Á bryggjarínum verða 16 lagurtangar, og framleiðsluorkan er roknað til at vera 1,2 milliónir litrar um árið.

- Hetta svarar nøkulunda til ein triðing av føroyska marknaðinum, og tað er eisini har, vit ynskja at vera, sigur Peter Petersen, og leggur afturat, at teir longu nú eru í gongd við eitt ávíst marknaðarføringsarbeiði, so ølirnar frá OY eisini verða at fáa ymsa staðni uttanlands.

Væntandi verða fýra til fimm fólk til arbeiðis, tá bryggjaríið er komið í gongd, og so verður helst eisini brúk fyri meira hjálp, tá á stendur við serligum uppgávum, sigur Petur Petersen, stjóri.

Í nevndini í Pf. OY sita Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Høgni Hansen, Jóhannes Jensen, Rúni M. Djurhuus og Óli Restorff Hansen. Felagið varð stovnað í desember í fjør við 6 milliónum krónum í partapeningi. Hendan upphæddin var í august hækkað við 1,5 milliónum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder