Innanlands

Skjótt avgreitt: Samgonga skipað við Heðini Mortensen á odda

Klokkan 4.30 kom avtalan uppá pláss - Framókn er ikki við. Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum gjørdist tungan á vágskálini er varaborgarstjóri.

Heðin Mortensen kundi vera fegin í gjárkvøldið. Hann fekk 2,288 atkvøður, Javnaðarflokkurin fekk seks mandatir, og hann verður nú aftur borgarstjóri (Mynd: Sverri Egholm)

Heðin Mortensen kundi vera fegin í gjárkvøldið. Hann fekk 2,288 atkvøður, Javnaðarflokkurin fekk seks mandatir, og hann verður nú aftur borgarstjóri (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-11 08:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2016 fekk Heðin Mortensen nógv flestar persónligar atkvøður, og valkvøldið sá út til, at samgonga fór at verða skipað millum  Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Men so skuldi ikki verða, Annika Olsen endaði sum borgarstjóri og Heðin Mortensen í andstøðu í býráðnum í Tórshavn.

Hesuferð var eingin slingur í valsinum hjá Heðini, sum tíðliga í morgun sendi út skriv við boðunum um, at samgonga varð skipað millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin í Tórshavnar býráð klokkan 4:30.

Hetta var táð, sum Heðin Mortensen vónaði - sí video frá í nátt 

Annfinn Brekkstein gjørdi greitt, at hann stuðlaði Heðini Mortensen og Javnaðarflokkinum, og stutt eftir at valúrsltið varð greitt, varð farið undir samráðingar á Gamla apoteki.

Tá var Framsókn eisini við, men flokkurin og Ruth Vang verða ikki við í samgonguni. Orsøkin til tað er enn óviss.

Heðin Mortensen situr á fundi við Sambandinum og Framsókn
Myndir: Tá avgerðin fall á Hálsi

Heðin og Annfinn - níggju punktir

Í skjalinum, sum er sent miðlunum í morgun, verður gjørt greitt, at Javnaðarflokkurin fær borgarstjóran og Sambandsflokkurin fær varaborgarstjóran. Annfinn Brekkstein varð einasti persónurin frá Lista B, sum varð valdur, og tað at hann er við ger, at ein meiriluti er tryggjaður, og Annfinn verður 1. januar varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu. At Heðin Mortensen verður borgarstjóri er eingin ivi um. Javnaðarflokkurin fekk seks fólk inn.

Komandi dagarnar verður eitt meira útgreinað samgonguskjal orðað, men tað er greitt, at høvusdentur verður lagdur á hesi níggju málini: 

- Bústaðartrot
- Dagstovna- og serøki
- Eldraøki
- Orku og umhvørvi
- Mentan
- Integratión
- Góðar karmar til vinnulívið
- Betri karmar til ítróttar- og frítíðarvirksemi
- Betri karmar til listarligt virksemi

Hetta vil samgongan gera við einum skynsamum fíggjarpolitikki og øktum gjøgnumskygni, verður boðað frá.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder